Tveir føroyingar á veg í UEFA Cup

AaB hevur góðan møguleika at spæla seg í UEFA Cup kappingina. Møguleikin liggur í, at AaB í 3. umfari í Intertoto Cup vinnur á belgiska Gent. Um tað eydnast, so sleppur AaB upp í part í UEFA Cup.

Í gjárkvøldið var fyrri dysturin millum Gent og AaB spældur í Belgia. Úrslitið var 1-1 eftir málleysan 1. hálvleik. Jón Rói Jacobsen var allar 90 minuttirnar í AaB miðverjuni. Súni Olsen varð skiftur inn á AaB miðvøllin, tá ið tað restaðu átta minuttir.

Belgiska liðið legði seg á odda tríggjar minuttir eftir steðgin. AaB javnaði í 56. minutti. Síðsta stóra hálva tíman var AaB undirmannað, men Jón Rói og liðfelagarnir - síðstu løtuna eisini Súni Olsen - megnaðu at halda tætt.

Í Aalborg eru teir væl nøgdir við úrslitið, og teir siga seg hava gott mót undan returdystinum, sum verður á Aalborg stadion næsta sunnudag.