Tveir føroyingar í Køge

Nú kappingin í donsku 1. Deild stendur fyri framman hevur Køge, sum øll hini liðini, sett nøvn á spælararnar, sum skulu manna hópin hjá felagnum næsta hálva árið

Millum teir, sum eru í hópinum, eru tveir føroyskir spælarar. Tað eru bakkarnir Jónas Tór Næss og Jóhan V. Gunnarsson, sum báðir eru U21 landsliðsspælarar hjá Føroyum. Jónas spældi í fjør við AB og Jóhan við B36. Venjari hjá Køge er Henrik Larsen.