Í morgin er fyrsti november. Tað er samstundis allahalgannadagur og minningardagur teirra sjólætnu.
Í hesum sambandi verða minningarhald kring landið, bæði í kirkjum og við minnisvarðar, sum eru í nógvum bygdum yvir tey sjólætnu.
Fólkakirkjan upplýslýsir, at í ár eru tveir føroyingar farnir á sjónum: Johannes Birger Brandal, úr Klaksvík, sum andaðist umborð á Slættaberg tann fjórða januar, 63 ára gamal og Kristian Óli Frits Niclasen druknaði í Hvannasundi 29 mars, 67 ára gamal.
Í hesum sambandi skipar eisini Føroyska Sjómansmissiónin fyri minningarhaldi á Vinnuháskúlanum í Nóatúni í Havn, klokkan 14 í morgin.
Av tí at løgmaður er burturstaddur, verður tað Henrik Old, landsstýrismaður, sum talar.
Derhard Jógvansson, prestur, hevur andaktina og eftir minningarhaldið, verður farið niðan til minnisvarðan í viðalundini, har Henrik Old leggur krans, vegna Føroya Landsstýrið.
Í fjør vórðu annars greiðar reglur settar fyri, hvørji tey eru, sum skulu minnast á almenna minningarhaldinum.
Biskupur ásannaði, at skipanin var farin á glið og at tí var neyðugt at leggja eina linju, so at tað ber til at siga heilt neyvt, hvør skal verða nevndur á listanum.
Endamálið er at gera tað so mikið greitt, hvør eigur at verða á listanum, at tað skal ikki elva til óneyðug umrøðu um, hvør eigur at verða nevndur á listanum.
- Uttan mun til, hvar markið verður sett, kann altíð finnast okkurt markamót, har ivi kann verða um, hvør kemur á listan ella ikki. Tí er neyðugt, at støðið undir listanum eru greiðar reglur, so ivamálini eru so fá, sum til ber, segði Jógvan Fríðriksson, biskupur í fjør.
Samstundis skuldi útgangsstøðið verða, at hetta skal vera eitt minningarhald um sjólátnar føroyingar, sum tað stendur í lógini.
Kortini er einki er til hindurs fyri, at minningarhald verða kring landið um onnur, sum eru farin, uttan mun til um tey eru við á hesum lista, sigur biskupur.
Í dag er samfelagið nógv øðrvísi enn tað var, tá ið tey fyrstu minningarhaldini vóru og tí er nú semja um, at tann, sum kemur á listan, skal vera skrásettur hjá Landsfólkayvirlitinum at búgva í Føroyum, og skal hava latið lív í sínum yrki á sjónum, av sjúku ella vanlukku.
Og á sjónum merkir, at tað skal vera á skipi, á báti, ella á øðrum vinnustaði á sjónum, ella í sjónum, segði Jógvan Fríðriksson.