Í dag eru føroysku landsliðsspælararnir Atli Danielsen og Jón Rói Jacobsen saman við liðfeløgunum í Frem á veg til Turkalands. Har skulu teir næstu vikuna fyrireika seg til seinnapartin av landskappingini í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Fyrsti dysturin verður annan sunnudag á útivølli í Nykøbing Falster.
Frem var á venjingarlegu í Turkalandi í fjør, og tá vóru Atli og teir sera væl nøgdir við, at tað bar til at venja á góðum grasvallum.
Næstu vikuna fara teir í Frem at venja hvønn dag, og harafturat skulu teir spæla tveir venjingardystir. Tann fyrri verður týsdagin ímóti russiska 1. deildarliðnum FC Anzhi Makhachkala, sum síðstqa ár endaði á 6. plássi. Seinni venjingardysturin verður fríggjadagin, tá ið mótstøðuliðið verður armenska FC Gandzasar Kapan, sum síðsta kappingarár endaði á triðja plássi í bestu deildini.
Setningurin hjá Frem í vár verður at sleppa undan at flyta niður. Í vetrarsteðginum er Frem eitt stig frammanfyri niðurflytingarpláss.