Tveir føroyingar eru í Fremad Amager

Tveir blaðungir føroyskir fótbóltsleikarar eru í løtuni á vitjan í felagnum hjá Toda Jónsson, Fremad Amager

Tveir blaðungir føroyskir fótbóltsleikarar eru í løtuni á vitjan í felagnum hjá Toda Jónsson, Fremad Amager.

Ungu dreingirnar, talan er um, eru vestmenningurin Andrias Eriksen og vágamannin Eli Falkvard, ið báðir spæla í FS Vágum 2004, og teir eru ávíkavist 15 og 16 ára gamlir.

Ætlanin er at teir skulu fáa íblástur til yrkisfótbólt.