Løgreglan í Runavík hevur um vikuskiftið tikið tveir førarar, sum hava brotið ferðslulógina somikið grovt, at teir missa koyrikortið.
Fríggjanáttina um tvey tíðina varð ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning. Sunnunáttina varð annar førari tikin í Runavík. Løgreglan máldi ferðina á bilinum við nýggja lasaratólinum, og hon var 83 km/t. Førarin fær treytaða frádøming av koyrikortinum, og tað merkir, at hann bæði skal til teori- og koyriroynd, verður upplýst av løgreglustøðini í Runavík.
Í Klaksvík verður sagt frá einum friðarligum vikuskifti. Herverk varð framt á ein handil, har ótangar høvdu grýtt steinar í rútarnar, og trý fólk svóvu rúsin av sær á støðini.










