Tveir evropeiskir hjálparmenn vórðu í dag burturfluttir í pakistanska býnum Multan. Dambært løgregluni í býnum er annar maðurin úr Italia, og hin er eftir øllum at døma týskari.
Italska uttanríkisráðið hevur váttað, at ein italskur ríkisborgari er burturfluttur í Multan, sum er har suðuri í Punjab-landslutinum. Týska sendistovan í Ismalabad hevur einki sagt um tilburðin.
Pakistanskir embætismenn siga, at brotsmannaharkalið hava ofta burturflutt útlendsk hjálparfólk fyri at fáa pengar aftur fyri at lata tey leys seinni, men sambært embætismonnunum hevur Taliban eisini skipað fyri slíkum burturflytingum.