Tveir eru kostirnir

   

Jógvan Arge
býráðslimur í Havn
???????????????
Ikki lukkuligt sum tann sjálvútnevndi býarpræsidenturin fekk ilt, nú tann ætlaða glorian um barnaansingina fekk eina skeinu upp undir sannleikans tíma.
Havi ikki sagt annað enn tað, sum Heðin Mortensen sjálvur váttaði í útvarpinum seinasta fríggjakvøld.
Hann segði, at leiðarin á einum barnaansingarstovni fekk tveir kostir í at velja. Antin tók hon fleiri børn inn, enn vanligt hevur verið, ella misti hon tveir petagokar.
Hvørgin kosturin var mjúkur. Báðir gingu út yvir børnini og starvsfólkini, og hon hevur ivaleyst eftir bestu sannføring valt tann minst ringa.
Men eg ivist ikki í, at hon hevur kent seg eins og maðurin, sum á sinni fekk kostirnar: Vilt tú verða hongdur ella skotin?
Úrslitið er tað sama í báðum førum. Børnini á ansingarstovninum fáa ikki somu umsorg-an, sum tey higartil hava kunnað fingið.
Kundi ikki funnið upp á at lagt umsitingina undir at hava lagt hetta til rættis.
Ivist onga løtu í, at tað er tann politiska leiðslan, sum stendur aftanfyri við tí endamáli at vilja sleppa at pussa gloriuna skjótari enn gott er.
Framtøk og ábøtur í barnaansingarmálum hevur verið ein felags sak hjá øllum býráðnum hesa setuna. Stendur tað til okkum, verður eisini soleiðis í framtíðini.