Løgreglutíðindi
Talan var um tveir tilburðir. Í tí eina førinum var tað ein duravørður, ið hevði verið heldur harðligur við ein 15 ára gamlan drong. Hann fekk skaða í ryggin og endaði á sjúkrahúsinum.
Ein tíma seinni var aftur galið. Tá vóru tveir unglingar um 18 ára aldur farnir til hendurs við nevum, og tann eini lá eftirá. Hann hevði fingið skaða í andlitið og varð tí fluttur á sjúkrahúsið.
Løgreglan var á staðnum leygarnáttina og tók tveir persónar til avhoyringar. Ákærurit er skrivað, og teir eru báðir skuldsettir fyri harðskap.