Tórshavnar Sløkkiliðið er í løtuni á tveimum stórum uppgávum í Havn. Ein eldsbruni hevur verið í verkstaðnum, Bilrøkt, har eldur kom í ein bil inni á versktaðnum. Har hevur nógvur roykur verið seinasta tíman. Roykurin er nú minkaður, men talan er allarhelst um ein rímiliga stóran skaða.
Og í Vesturbýnum í Havn stendur eisini illa til, tí har er eldur í einum húsum undir Fjalli. Hetta váttar Tórshavnar Sløkkilið fyri in.fo, og løgreglan hevur ikki stundir at viðmerkja málið, tí tey hava ov nógv at gera.