Tveir einstaklingar og ein sjónleikur fáa stuðul

Ein sjónleikur og tveir einstaklingar fáa stuðul. Annar einstaklingurin er Sunleif Rsmussen sum arbeiðir við eini serstakøkum tónleikaverki um eina av størstu mannaskaptu vanlukkuna á søguni

Stuðulsskipanin, Listaflog, hjá Atlantsflogi stuðlar hevur nú gjørt av at stuðla trimum  listarligum verkætlanum og tilsamans fáa tær 100.000 krónur í stuðuli. 

Listaflog er ein skipan hjá Atlantsflogi við tí endamáli at stuðla føroyskari list og stuðulin er 100.000 krónur um ári.

Í nevndini fyri Listaflog sita Laila Hentze fyri Atlantsflog, Alda Joensen fyri Mentamálaráðið og Hansina Iversen fyri Listafólkasamband Føroya. 

Størsta stuðulin fær sjónleikarbólkurin, Det Farӧsche Compagnie, sum skal brúka stuðulin til sjónleikin, Hamlet, eftir Shakespeare, sum tey ætla at spæla í Føroyum.

Tey fáa 50.000 krónur í Stuðuli, og nevndin fyri Listaflog sigur, at hetta er eitt kent meistaraverk, sum er týtt til føroyskt og lagað til føroysk viðurskifti soleiðis at føroyski áskoðarin kann kenna seg aftur.” 

Eftir ætlan verður leikurin framførdur í Norðurlandahúsinum seint í ár. 

Annars fær elektro-popp-tónleikarin, Greta Svabo Bech, 25.000 krónur í stuðuli til eitt nýtt verk, sum verður givið út seinni í ár. 

Greta Svabo Bech er ein virkin og gávuríkur tónleikari á altjóða stigi. Hennara tónleikur vekir stóran ans, ikki bert í Føroyum, men eisini uttanlands, sigur nevndin í Listaflogi.

Somuleiðis fær tónasmiðurin, Sunleif Rasmussen, 25.000 krónur í stuðuli til eina kanningarferð til Tjernobyl. 

Kanningarferðin skal vera grundarlag fyri eini klaverkonsert, sum verður ein tónlistarlig forteljing, ið skal lýsa gongdina frá oyðing, tá kjarnorkuverið har fór í luftina, til at náttúran aftur vinnur á stóru oyðileggingunum, 

– Talan er um eina spennandi og forkunnuga verkætlan, har Sunleif Rasmussen ætlar at samantvinna tónleik og list saman við eini av størstu mannskaptu vanlukkunum í nýggjari tíð, sigur stuðulsnevndin.