Tveir landsdystir móti Íslandi á heimavølli komandi vikuskiftið

Dystirnir eru liðir í fyrireikingunum til HM-undanundankappingardystirnar móti Kosovo

Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti fer innanfyri stutta tíð at spæla fýra landsdystir.

 

Heimasíðan hjá HSF skrivar: - Komandi vikuskiftið, 29. og 30. oktober, spælir kvinnulandsliðið tveir venjingardystir móti Íslandi. Fyrri dysturin verður í Høllini á Skála leygardagin kl. 18.00, meðan seinni dysturin verður í Badmintonhøllini í Klaksvík sunnudagin kl. 16.00. Atgongumerki til dystirnar fáast til keyps á staðnum og kosta 80 krónur fyri vaksin, meðan børn sleppa ókeypis inn.

 

 

Dystirnir móti Íslandi eru liður í fyrireikingunum til HM-undankappingardystirnar móti Kosovo, sum verða hósdagin 3. november og leygardagin 5. november. Hesir dystirnir verða leiktir í býnum Istog í Kosovo. Vinnarin yvir hesar tveir dystirnar skal spæla tveir play-off dystir móti hægri styrkismettum landi í viku 14 og 15 komandi vár.

 

 

Landsliðsvenjararnir arbeiða í løtuni við hesum bruttohópinum og verða 16 leikarar úttiknir til HM-undankappingardystirnar móti Kosovo.


Málverjar:

1. Annika Fríðheim Petersen, Nykøbing-Falster

2. Rakul Wardum, Ajax København

3. Rúna Jógvansdóttir Larsen, H71


Útileikarar:

4. Ingibjørg Olsen, ÍBV

5. Rannvá Olsen, VÍF

6. Jana Mittún, H71

7. Lív Bentsdóttir Zachariasen, H71

8. Maria Halsdóttir Weyhe, H71

9. Marianna Geirsdóttir Eystberg, Hellerup IK

10. Súna Krossteig Hansen, Ajax København

11. Marita Mortensen, H71

12. Elsa Egholm, H71

13. Maria Pálsdóttir Nólsoy, Neistin

14. Natasja Hammer, Haukar

15. Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, Ajax København

16. Ninna Katrin Johansen, Aalborg HK

17. Guðrið á Borg, H71

18. Brynhild Pálsdóttir, H71

19. Bjarta Osberg Johansen, Kyndil

20. Pernille Brandenborg, Randers HK

21. Vár Bentsdóttir Zachariasen, H71

22. Sára Jacobsen, H71

23. Brynja Høj, Neistin

24. Petra Larsen, Neistin