Tveir dystir í kvøld

Hondbólturin er av álvara farin í gongd, og í kvøld, mikudagin, verða tveir dystir í bestu mansdeildini á skránni

Hondbóltur-menn

Vestemenningar vera í teirri heldur løgnu støðu, at teir skulu vitja oddaliðið, tá teir leggja leiðina til hoyvíkshøllina. H71 hevur higartil fingið fult fyri tveir dystir, og eru tí ovastir á stigatalvuni. Men tað er eingin loyna, at teir báðir farnu dystirnir hava á pappírinum verið munandi lættari enn tann, sum nú bíðar.
VÍF eru tvífaldir meistarar í løtuni, og í fyrireikingunum til árið hevur lítið bent á, at nakað skal broytast í hesum. Í fyrsta umfarinum vunnu teir uttan dyst móti Tjaldri, men hesa ferð skulu teir í øllum førum spæla um stigini, og so er spurningurin, hvussu tað fer at tørna út.
Á Skála verður dystur millum StÍF og KÍF, sum bæði eru stigaleys undan dystinum í kvøld.
Strandingar hava higartil bert leikt tann eina dystin, og hesin varð taptur fyri Kyndli sunnudagin. Kollfirðingar hava í sínum lagi tvær ferðir leikt dyst, og bæði móti H71 og Neistanum gjørdist talan um tap. Eftir avrikunum í hesum trimum dystunum at døma, so er tó lítil ivi um, at StÍF eru at rokna sum greiðir favorittar undan dystinum í kvøld, men tað vóru teir hinvegin eisini i fjør, tá KÍF kortini tók teir á bóli og vann dystin á Skála, so einki kann útilokast.

Dystir 9. oktober
20.00HoyvíkH71-VÍF
20.00SkálaStÍF-KÍF