Í Hoyvíkarhøllini kemur oddaliðið úr Vestmanna á vitjan hjá H71. VÍF hevur víst seg sum sterkasta liðið í kappingini higartil, og hóast tað enn er langt eftir á mál, so eru vestmenningar favorittar at taka fyrsta finaluplássið.
H71 er í løtuni nummar trý, og tí kunnu teir spæla seg í góða støðu, um teir vinna dystin móti VÍF.
Á Hálsi er grannauppgerð millum Neistan og Kyndil. Kyndil er í løtuni nummar tvey í deildini, og á pappírinum eru teir favorittar at basa Neistanum. Hagtølini staðfesta tó, at tað eru næstan tvey ár síðani, at Neistin seinast tapti móti Kyndli í bestu mansdeildini.