Eins og hjá kvinnunum, so byrjar manskappingin í hondbólti eisini í dag.
Eisini her eru tveir dystir á skránni, og teir verða báðir spældir í høvuðsstaðarøkinum klokkan 16 í dag.
Í Hoyvík vitjar Neistin hjá H71, og í høllini á Hálsi í Havn vitjar Team Klaksvík hjá Kyndli.









