Tveir dystir í Gundadali í kvøld

Bæði FC Hoyvík og næstbesta liðið hjá HB eiga heimakvøld, tá ið tveir dystir í 1. deild verða spældir í kvøld.

Klokkan 18.00 verður fyrsta bríkslið á niðara vølli, har FC Hoyvík tekur ímóti FC Suðuroy, sum vit sigri hevur møguleika at vinna seg upp aftur í oddasessin.

Klokkan 18.30 verður fyrsta bríkslið á ovara vølli, har næstbesta liðið hjá HB tekur ímóti næstbesta liðnum hjá EB/Streymi.

Jóhann í Króki verður dómari á ovara vølli, og Dagfinn Forná verður dómari á niðara vølli.