Tveir dystir eru útsettir

Á Argjum avlýsti dómarin undan dystarbyrjan, og við Margáir blásti dómarin av, tá ið seinni hálvleikur var 12 minuttir gamal

Heystið er av álvara komið, og í dag kennir fótbólturin sviðan av nógva vindinum.

 

Á Argjum gjørdi Petur Reinert, sum skuldi vera dómari millum AB og Skála av, at tað var ov nógvur vindur at spæla, og tí fóru skálamenn til hús aftur við vitanini um, at teir seinni skulu suður aftur í høvuðsstaðin.

 

Í Streymnesi hevði 07 Vestur nógva vindin undan í fyrra hálvleiki. Tá ið seinni hálvleikur var 12 minuttir gamal avgjørdi dómarin Bjarki Danielsen, at tað var ov nógvur vindur at spæla fótbólt, og tí bríkslaði hann dystin av. Tá var støðan framvegis málleysur javnleikur.

 

Enn er ikki greitt, nær útsettu dystirnir verða spældir.