Annað umfar í bestu fótbóltsdeildini er á skrá í morgin og sunnudagin.
Fyrsti dysturin verður í morgin, tá ið meistararnir í B36 fara at vitja uppflytararnar á Skála, har fyrsta bríkslið verður klokkan 16.00.
Fýra dystir eru á skrá sunnudagin. Í vikuni hevur serliga nógv verið gjørt burturúr, at silvurvinnararnir í NSÍ skulu til Klaksvíkar, og at Víkingur, sum vann stórsteypadystin ímóti B36, skal í Gundadal at spæla ímóti HB.
Bæði í Klaksvík og í Gundadali verður fyrsta bríkslið klokkan 15.00.
Hinir báðir dystirnir sunnudagin er tann millum B68 og TB á Svangaskarði og tann í Fuglafirði millum ÍF og AB. Upprunaliga var ætlanin, at eisini í hesum dystunum skuldi fyrsta bríksl verða klokkan 15. Orsaka av jarðarferðum á Toftum og í Fuglafirði er hetta nú broytt. Bæði á Toftum og í Fuglafirði fer bólturin á rull klokkan 16 sunnudagin.