Tveir dystir í bestu deildini

Í vikuskiftinum er 13. umfar í bestu fótbóltsdeildini á skránni. Í gjárkvøldið vann EB/Streymur 3-2 á heimavølli ímóti B68, tveir dystir vera seinni í dag, og tveir teir síðstu dystirnir vera í morgin.

Víkingur og KÍ hittast í Gøtu klokkan 17 í dag, og klokkan 19 hittast NSÍ og B71. Upprunaliga skuldi uppgerðin við Løkin verið spæld í morgin, men orsaka av europeisku luttøkuni hjá NSÍ er dysturin framskundaður til í dag.

 

Vodafonedeildin

Í dag

Víkingur-KÍ: Dagfinn Forná kl. 17.00

NSÍ-B71: Georg N. Rasmussen kl. 19.00

 

Í morgin

07 vestur-ÍF: Ransin N. Djurhuus kl. 15.00

HB-B36: Petur Reinert kl. 15.00

 

1. deild

14. umfar

Í dag

AB-HB: Dia Lamhauge kl. 17.00

Víkingur-NSÍ: Bent Tommy Linklett kl. 19.15