Løgreglan í Mið- og Vestursjællandi leitar eftir tveimum dreingjum, sum hvurvu leygardagin. Tann 13 ára gamli Demirhan Arslan og tann 14 ára gamli Zeeshan Hussain Bhatti vórðu seinast sæddir í Greve leygarkvøldið.
Løgreglan sigur, at tey avvarandi hjá dreingjunum hava ikki hoyrt frá teimum síðani, og at tey hava onga hugmynd um, hvar teir kunnu vera.
Í dag hevur løgreglan almannakunngjørt myndir av teimum báðum dreingjunum í einari roynd at fáa hjálp frá almenninginum.