Tveir dreingir hálshøgdir

Taliban hevur hálshøgt tveir dreingir upp á 10 og 16 ár orsakað av illgruna um spiónvirksemi, siga lokalu myndugleikarnir sambært bretsku sjónvarpsstøðini, BBC.

Dreingirnir vórðu burturfluttir sunnudagin, tá teir leitaðu eftir mati í ruskíløtum nærhendir einari politistøð í Kandahar landslutinum í sunnara parti av Afganistan.

Hildið verður at dreingirnir javnan hava fingið mat frá politinum, og keldur siga fyri BBC, at Taliban er kent fyri at slá til móti fólki, teir hava illgruna um samstarva við politiið.

Ein talsmaður fyri Taliban avsannar tó fyri BBC, at felagsskapurin stendur aftan fyri hendingina.

Guvernørurin í Kandahar fordømir drápini og kallar tey fyri óislamsk, samstundis, sum hann gevur Taliban skuldina.

Dreigirnir hvurvu sunnudagin og vórðu funnir mánamorgunin í Zhari-økinum í Kandahar.

10 ára gamli drongurin var ógvuliga fátækur, og tók ímóti mati frá politinum í Kandahar til sín og sína familju.

Í 2012 varð Taliban skuldsett fyri at standa fyri hálshøggingini av einum 12 ára gomlum dreingi og einari sjey ára gamlari gentu, men eisini tá noktaði Taliban at standa aftan fyri.