Tveir menn úr Esbjerg, sum báðir vóru um 60 ár, vóru og ferðaðust saman í Hurghada, Egyptalandi eru nú funnir deyðir á hotellinum. Teir búðu á einum lápríshotelli, ið kallaðst Elysees Dream Beach Hotel. Stjórin í móttøkuni á hotellinum vil verða við at teir doyðu á náttúrligan hátt og at einki illgrunasamt er frai framm á hotellinum.
- Tann fyrsti gesturin var ein gamal maður, kanska okkurt var galið við hansara heilivági. Hann var gamal og læknin segði at tað var vanligt at doyggja meðan man svevur tá man er gamal, sigur Mohammed, sum er stjórin í móttøkuni á Elysees Dream Beach Hotel.
Tveir dagar seinni doyr hin maðurin, hann varð funnin á sínum hotellkamari eins og vinmaðurin frammanundan.
- Okkara starvsfólk fann hann um morgunin í hansara kamari, læknin segði at tað var púra náttúrligur deyði. Kanska hann doyðið tí hann var keddur av at vinmaðurin var deyður, sigur Mohammed við B.T.
Familjurnar hjá monnunum vilja verða við at okkurt illgrunasamt er farið framm. Tann seinni maðurin doyði av hjartastoppi, men sonur til tann fyrra mannin heldur at teir eru deyðir av aðrari orsøk, møguliga colibakterium, eitur ella rúsevni í samband við mat og drekka.
Hetta heldur Mohammed er púra burtur við, eingin er deyður á teirra hotelli síðan tað opnaði fyri meira enn 12 árum síðan, sigur hann.
Tað er ikki uttan orsøk at sonur til tann eina deyða hevur illgruna til hotelli. Hotelli hevur nemliga fingið nógva keðiliga umrøðu. Summi hava enntá sagt seg hava mist 12.000 krónir tí tað er trekt frá kortinum av hotellinum meðan onnur siga sína uppliving á hotellinum verða eitt reint “helviti”.