Tveir danir innlagdir við svínakrími

Í Danmark eru tvey fólk eru løgd inn á Skejby Sygehus, har tey fáa viðgerð fyri sjúkuna H1N1 ella svínakrím.

Danska heilsustýrið sigur í einari viðmerking, at H1N1 er ikki meiri hættislig enn vanligt vetrarkrím.

Stýrið leggur afturat, at tað eru bara teir báðir sjúklingarnir á Skejby Sygehus, sum fáa viðgerð fyri sjúkuna í løtuni. Ráðini frá heilsustýrinum eru, at fólk eiga at njósa í ermuna, sum sagt verður, og at vaska sær tíðum um hendurnar við sápu.

H1N1 varð fyrstu ferð staðfest í Meksiko tíðliga í fjør, og eftir stuttari tíð breiddi sjúkan seg til fleiri lond um allan heimin. Sambært WHO hevur sjúkan kravt í minsta lago 18.150 mannalív.

H1N1 hevur gjørt um seg í Egyptalandi í heyst, og síðani tann 8. oktober eru 56 fólk har deyð av sjúkuni.