Tveir av teimum trimum persónunum, sum doyðu í flogvanlukku í Íslandi sunnukvøldið, vóru danskir ríkisborgarar.
Tað váttar Udenrigsministeriets Borgerservice.
Fimm fólk vóru í flogfarinum, tá tað datt niður. Trý doyðu, og tvey fingu álvarsaman skaða.
Millum tey deyðu vóru tveir danir. Í einum teldupostu til Ritzau skrivar Udenrigsministeriets Borgersrvice:
– Udenrigsministeriets Borgerservice kann vátta, at tveir danskir ríkisborgarar eru deyðir í 'Islandi. Tað avvarðandi eru kunnað.
– Udenrigsministeriets Borgerservice hevur tagnarskyldu í persónsmálum og kann tí ikki upplýsa meira í málinum.
Sambært íslendska Frettablaðnum datt flogfarið níður við eini minni flogvøll við Fåljótshlíð í syðra partinum av landinum.
Myndugleikarnir fingu boðini klokkan 20:30, og eldur var komin í annan veingin, tá sjúkrabilar og sløkkilið kom á staðið.
Sambært Frettablaðnum eru tey deyðu eitt par og sonur teirra. Tey særdu eru sambært blaðnum ein annar sonur hjá parinum og kona hansara. Tey eru innløgd á sjúkrahús í Reykjavík, har støða teirra verður lýst sum stabil.
Flogfarið – eitt Piper PA-23við tveimum motorum – er skrásett í USA, men ein íslendskur ríkisborgari eigur tað.
/ritzau/