Tveir dagar settir av til umrøðu av løgmansrøðuni

Týsdagin og mikudagin fer løgtingið at skifta orð um tað, sum Aksel V. Johannesen, løgmaður, bar fram í ólavsøkurøðu síni í gjár. 

Í røðuni segði løgmaður millum annað, at nógv hevur gingið sum ætlað, meðan fleiri stór mál framvegis liggja á láni. 

 

-Nógvir av djørvu dreymunum hjá samgonguni eru gingnir út. Aðrir eru ávegis. Avrikini eru sjónlig. Onkur løta hevur verið buldraslig, treyðugt so – men eg kann í dag púra ivaleysur staðfesta, at Føroyar eru vorðnar eitt javnari samfelag. Eitt meira tíðarhóskandi samfelag. Og eitt meira sjálvbjargið samfelag, vísti løgmaður eitt nú á, segði løgmaður. Løgmaður staðfesti eisini, at tað kortini ikki hevur eydnast samgonguni at loysa øll stórmálini enn.

 

 

Ivaleyst eru tað serliga fiskivinnunýskipanin, pensjónsnýskipanin og stjórnarskipanin, sum fara at fáa nógva rúmd í kjakinum í løgtinginum komandi dagarnar.