Tveir dómar um dálking

Føroya rættur hevur felt tveir dómar fyri dálking. Talan er um eitt mál um oljudálking av havinum og eitt mál um dálking av vatnveitingarlendi við tøðum. Hin 20. oktober varð dómur sagdur í Føroya rætti um oljudálking við Ískajina í Havn hin 10. mars 2008.

P/F EFFO varð sektað við 20.000 kr. í bót fyri brot á § 7, stk. 1 í havumhvørvislógini um at dálka havið við olju. Dómurin er ikki skotin inn fyri hægri rætt, og er tí endaligur.

Málið snýr seg um, at olja fleyt yvir tá russiska farmaskipið Mumrinsky bunkraði olju við Ískajina í havn, og uml. 500 litrar av olju fóru á sjógv.

Hin 12. november varð ein bóndi í Vágum kendur sekur í at taða og goyma seyðatøð á vatnveitingarlendi, tað er lendi, haðani vatn verður savnað til drekkivatn.

Hann fekk 5.000 kr. í bót fyri brot á § 15, stk. 1 í umhvørvisverndarlógini um dálking av omanávatni og á § 9, stk. 1 í kunngerð um umhvørvisreglur um dálking av vatnveitingarlendi. Kærufreistin er ikki farin, og kann tí hugsast at dómurin verður kærdur.

-Dómar hava avgerandi týdning fyri tulking av lóggávuni, og eru dómarnir tí eitt týðandi støði undir hvussu myndugleikar og dómsvaldið framyvir skulu tulka umhvørvislóggávuna, sigur Umhvørvisstovan í dag.