Aymeric Laporte og Riyad Mahrez, sum báðir spæla við Manchester City, hava fingið staðfest korona-smittu.
Tað váttar felagið á sínum heimasíðum.
Báðir leikararnir eru nú í sóttarhaldi, men hvørgin teirra hevur sambært heimasíðuni sjúkutekin.
Komandi vikuskiftið byrjar nýggja kappingarárið í Premier League, men Manchester City spælir ikki fyrr enn í øðrum umfari.
Tá skal liðið spæla ímóti Wolverhampton. Hesin dystur verður leiktur hin 21. september.
Upprunaliga skuldi liðið hjá Pep Guardiola leika sín fyrsta dyst ímóti Burnley, men hesin dystur er útsettur.