Tveir bilførarar tiknir við kenning í nátt

- Og í Klaksvík kannar løgreglan herverk

Tað hevur verið heilt nógv fólk í býnum í nátt, men løgreglan sigur, at tað hevur verið rættiliga friðarligt kortini.

 

Kortini tók løgreglan tveir bilførarar fyri at koyra við kenning, og teir vórðu báðir tiknir á hjólunum, sum løgreglan plagar at orða seg.

 

Í báðum førum var tað nevniliga eitt varlið hjá løgregluni, sum steðgaði bilinum í tí vanliga eftirlitinum, sum er við ferðsluni, og í báðum ferðin sló alkometrið út, so teir eru nú skuldsettur fyri at koyra við kenning.

 

Annar bilførarin varð tikin í Havn og hin varð tikin í Kollafjarðartunlinum.

 

Í Klaksvsík kannar løgreglan tvey herverð. Í tí eina førinum hevur onkur sproyta dósamáling upp eftir busskýlum hjá kommununi, og í hinum førunum hevur onkur brotið tveir rútar í einum bili.