Tveir bilførarar tiknir

Hjá báðum er koyrikortið í vanda

Í nátt ehvur løgreglan tikið tveir bilførarar, og teir standa báðir til at missa koyrikortið.

Ein bilførari varð tikin í vanliga ferðslueftirlitinum hjá løgregluni, men tá ið hann blásti á alkometrið, vísti tað nakað nógv, so hann er skuldsettur fyri at hava koyrt við kenning, eins og blóðroynd er tikin av honum.

Ein annar bilførari varð tikin fyri at koyra ov skjótt. Hann koyrdi 116 kilomtrar um tíman á einum strekki, har tað er loyvt at koyra 80. So hann missur koyrikortið treytað. Tað merkir, at hann má upp til nýggja koyriroynd, bæði í koyring og í teori, annars missur hann koyrikortið.