Tað hevur verið rættiliga nógv fólk í býnum í nátt. Fótbóltskappingin endaði gjár og í Havn var stór konsert við Ole Ivars, og løgreglan sigur, at tað fekk nógv fólk av húsum, bæði yngri og eldri. Men tað var kortini stak friðarligt. Mitt í nátt steðgaði løgreglan kortini einum bili í Havn fyri at vita, hvussu støðan var. Fleiri fólk vóru í bilinum og tá ið rúturin varð vundin niður, føldu løgreglufólkini tann eyðkenda lukti av hassji, so fólkini í bilinum vórðu kannað. Úrslitið var, at tvey av teimum eru skuldsett fyri at bróta lógina um rúsevni, tí tey høvdu pípur at roykja hassj við uppi á sær.
Mitt í gjár sóu fólk, at ein bilførari bakkaði á ein parkeraðan bil í Havn. Men bilurin, sum rendi á, stakk av, uttan at gera vart við so. Tí varð hann meldaður og tað var skjótt, at løgreglan fekk fatur á honum. Tá var hann enn í bilinum og tað var kanska av góðum grundum, at hann var rýmdur, tí løgreglan fekk illgruna um, at hann hevði kenning. Sostatt var blóðroynd tikin av honum.
Í gjárkvøldið ringdu fólk eisini til løgregluna at boða frá, at tey hildu at tey høvdu sæð ein bil, har koyringarlagið var eitt sindur ivingarsamt. Løgreglan fekk fatur á bilføraranum og eisini hann er undir illgruna fyri at koyra við kenning, so blóðroynd er eisini tikin av honum.