Løgreglan kannaði bilar í Suðuroy frá klokkan 11 mánadagin til klokkan 12 mikudagin.
Tilsamans vórðu 45 mál skrivað, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.
– Hóast 45 mál eru skrivað, so er hetta als ikki so galið, tí tað kundi verið nógv verri, sigur vakthavandi á politstøðini.
Hann heldur tað er gleðiligt at síggja, at tað ikki eru tey grovastu lógarbrotini, tað snýr seg um.
Tilsamans vórðu skrivað 45 lógarbrot. 17 fyri ikki at hava koyrikortið uppi á sær, 9 fyri slitin dekk, 10 fyri lyktafeil, ein fyri skeiva lyktaføring, ein fyri at standa í tómgongd, 2 klipp fyri ov nógva ferð og ein fyri at tosa í fartelefon.