Tá løgreglan í gjár gjørdi ferðmátingar í Eysturoy, fingu tveir bilførarar klipp í koyrikortið. Tað fingu teir, tí teir koyrdu 73 og 74 km um tíman í bygdum øki.
Men tá løgreglan gjørdi ferðmátingar á landsvegnum millum Hvalvík og Kollafjørð gekk verri hjá tveimum bilførarum, tí teir fingu beinleiðis koyriforboð. Teir koyrdu ávikavist 122 og 123 km um tíman á landsvegnum, har ferðmarkið er 80 km um tíman. Orsøkin til hesa hørðu revsing var, at talan er um ungar bilførarar, sum ikki hava havt koyrikortið serliga leingi.
Ein bilførari fekk treytaða frádøming av koyrikortinum á sama vegastrekkið. Tað fekk hann, tí hann koyrdi 119 km um tíman. Ein annar bilførari fekk bót fyri ymsar lyktafeilir við bilinum.











