Talan var um eitt øki, har ferðin er niðursett úr 50 km um tíman gil 40 km um tíman. Og tað mekir, at tá skulu bilførarar vera meira á varðhaldi, tí tá er skjótari, til hamarin fellir – soleiðis at skilja, at koyrir tú 15 km um tíman ov skjótt, so fært tú klipp. Annars er tað um tú koyrir 20 km ov skjótt.
Tveir bilførarar vórðu máldir fyri at koyra 60 og 61 km um tíman. Teir fingu báðir klipp í koyrikortið. Verri var hjá tveimyum øðrum, sum vórðu máldir til at koyra 65 km um tíman og fingu koyriforboð. Tað fingu teir, tí at talan var um fólk, sum nýliga hava tikið koyrikortið.
Løgreglan var eisini úti við skúlar í gjár, men har vóru eingi mál skrivað. Tey vóru við skúlan við Løgmannabreyt í Hoyvík, við Skúlan á Fløtum í Havn og við skúlan á Skúlatrøð í Klaksvík – men í staðin fyri at geva foreldrum átalur, góvu løgreglufólkini børnunum endurskin.