Tveir bilførarar fingu klipp í koyrikkort

Løgreglan gjørdi í gjár ferðmátingar á Velbastaðvegnum í Havn

Tá løgreglan í gjárkvøldið um hálvgum tíggjutíðina gjørdi ferðmátingar á tí partinum av Velbastaðvegnum í Havn, har loyvt er at koyra 60 km um tíman, vórðu tvær sakir skrivaðar, har bilførarar koyrdu ov skjótt. Teir koyrdu ávikavist 80 og 81 km um tíman, og tað gevur teimum báðum hvør sítt klipp í koyrikortið.

 

Tað fáa teir, tí tá ferðin er niðursett, sum í hesum føri frá 80 til 60 km um tíman, so eru treytirnar eitt sindur harðari. Tí koyrir tú meira enn 15 km um tíman ov skjótt, so fellir hamarin, og tú fært klipp í koyrikortið. Og koyrir tú meira enn 20 km um tíman ov skjótt, so verður tað treytað frádøming av koyrikortinum.

 

Hesir báðir bilførararnir vórðu máldir til ávikavist 80 og 81 km um tíman. Men løgreglan trekkir 3 km um tíman av tí, ið mált verður, og tí verða teir revsaðir fyri at koyra ávikavist 77 og 78 km um tíman. Annars hevði tann seinni fingið treytaða frádøming.

 

Beint eftir nátturða kom fráboðan um, at eldur var í einum ovni í einum húsum í Klaksvík. Sløkkiliðið kom á staðið, og eldurin varð bastur. Har verður nú kannað, hví eldur kom í. Hildið verður, at tað hevur eitt hvøt við tað elektriska at gera.

Annars sigur vaktleiðarin, at løgreglan hevur verið úti og patruljerað í nátt, men at lítið fólk var í býnum í Havn, og at einki mál er skrivað.