Aftur í gjár var løgreglan og kannaði ferðsluna. Hesa ferð vóru tað Vágar, ið stóðu fyri tørni og tá ið saman um kom, høvdu tveir bilførarar fingið klipp í koyrikortið. Annar bilførarin fekk klippið fyri at hava koyrt 102 kilometrar um tíman á landsvegi og hin fekk klippið fyri at yvirhála ólógliga tá ið hann fór um eina hindrunarstriku undir yvirhálingini.
Í morgun fekk løgreglan boð um, at ein maður hevði brotið ein rút í einum húsum í Klaksvík. Løgreglan veit ikki um maður hevði ætlað sær inn, men húsfólkið varnaðist hann og rópti á hann, men helt hann til rýmingar.
Fyribils er maðurin skuldsettur fyri herverk, men tað kann broytast, tá ið tey fáa fatur á honum. Tey hava ikki funnið hann enn, men tey hava góðar ábendingar um, hvar tey skulu leita.