Tveir bilførarar og ein eigari fingu bót

Løgreglan tók tveir bilførarar í dag

Í dag tók løgreglan tveir bilførarar fyri ikki at bera seg at eftir forskriftunum. Ein lastbilur varð steðgaður tí illgruni var um at hann hevði for nógv í lastini. Og tá ið bilurin var kannaður, vísti tað seg, at hann hevði út ímóti 10 prosent meiri í lastini enn hann hevði loyvi at hava.

Løgreglan sigur, at í slíkum føri fáa bæði bilførarin, og tann, sum eigur bilin, bót.

Førarin var 100 krónur í bót fyri hvørt prosent hann hevði í yvirvekt, og eigarin fær 250 krónur í bót fyri hvørt prosent.

Beint aftan á varð ein bilførari tikin, sum fær klipp í koyrikortið fyri at koyra á skákteigum ímeðan hann yvirhálaði ein annan bil.