Tveir bilførarar mugu taka koyrikortið av nýggjum

Løgreglan hevur kannað fleiri bilar í nátt

Løgreglan hevur havt úr at gera í nátt, men í høvuðsheitum hevur talan verið um at hjálpa fólki, sum onkusvegna eru komin illa í fyllskapi.

 

Men løgreglan hevur eisini gjørt nógv burtur úr at kanna ferðsluna, og í Eysturoy varð ein bilførari tikin fyri at koyra 117 kilometrar um tíman, har loyvt er at koyra 80. Hann missur sostatt koyrikortið treytað, og tað merkir, at hann má upp til nýggja koyriroynd, annars verður tað tikið.

 

Á Sandi boðaðu fólk frá, at ein bilur hevði rent á ein parkeraðan bil. Løgreglan í Havn fór suður at kanna málið og tað vísti seg, at bilførarin, sum rendi á, var drukkin - og tað viðgekk hann eisini. Hann er sostatt skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

 

Annars kannaði løgreglan nógvar bilar í Klaksvík í gjárkvøldið og í nátt, eftir at KÍ hevði vunnið kappingina um løgmanssteypið. Har var eyðvitað, veitslurómur, men tað var onki at finnast at hja nøkrum av teimum bilførarunum, sum vórðu kannaðir.

 

Eisini í allar aðrar mátar var ógvuliga friðarligt í nátt

 

Annars hevur ein havnarmaður sitið í brummuni í Klaksvík í alla nátt. Tað hendi eftir at hann og konan komu til ilnar og løgreglan metti, at frægast var at fara avstað við manninum og seta hann í brummuna at sova rúsin av sær.

 

Løgreglan fekk eisini eina fráboðan frá fólki, sum høvdu sæð eina neyðrakett á luftini í sundalagnum, men har var onki at finna.