Seinnapartin í dag hendi eitt ferðsluóhapp í Kollafjarðartunlinum. Tveir bilar vóru uppi í óhappinum og teir fingu so mikið stóran skaða, at teir máttu flytast burtur.
Løgreglan sigur, at eitt fólk er flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar. Hetta førdi til, at ferðslan varð tarnað eina løtu, men tað er komið í rættlag aftur.
Løgreglan sigur, at talan er ikki um tveir bilar, sum koyrdu hvør sín veg og stoyttu saman. Tvørtur ímóti koyrdu báðir bilarnir sama veg, nevniliga suðureftir, og óhappið hendi beint við tunnilsmunnan kollafjarðarmegin, einir 300 metrar inni í tunlinum.
Óhappið hendi tá ið tann aftari bilurin rendi upp í reyvina á tí fremra bilinum. Løgreglan sigur, at fyribils er metingin tann, tað var døggur á rútunum, sum kom óvart á bilføraran við teirri avleiðing, at einki sá og sostatt rendi hann á tann fremra bilin.
Tað er kalt úti, men inni í tunlinum er eitt sindur heitari. Og viðhvørt hendir tað, at tá ið koyrt verður úr kuldanum út, inn í tunnilin, sum er eitt sindur heitari, kunnu rútarnir brádliga døgga, so at bilførarin einki sær.
Løgreglan heldur, at hetta hevur tann fremri bilførarin varnast, og hevur slakað av. Men hetta hevur tann aftari bilførarin ikki ansað eftir og tískil rendi hann á.
Løgreglan sigur, at hendan trupulleikan mátti løgreglan eisini ásannað, tí tá í løgreglubilurin kom inn í tunnilin í sambandi óhappið, døggaði rúturin knappliga. Løgreglan heitir tí á bilførarar um at at ansa eftir vandamálinum.











