Fyri eini løtu síðani fekk løgreglan boð um, at eitt ferðsluóhapp hevði verið í Kollafirði.
Talan er um tveir bilar, sum hava stoytt saman, men annars veit løgreglan lítið og einki um óhappið, tí tað er so stutt síðani, tað hendi.
Men tey eru á veg at kanna tað. Sum ein avleiðing a ferðsluóhappinum, er ferðslan illa tarnað og bilar sluppu ikki ígjøgnum bygdina. Tað fekk fleiri bilar at enda við og at koyra eftir gamla bygdarvegnum ístaðin.










