Um áttatíðina í kvøld fekk løgreglan fráboðan um eitt ferðsluóhapp í Gøtu. Tveir bilar rendu saman, og hetta hendi á landsvegnum einar 200 metrar sunnan fyri Magn í Norðragøtu.
Ein av bilunum skuldi snara av vegnum inn á ein síðuveg, men endaði við at snara beint inn fyri ein annan bil, sum kom mótsattan veg.
Sjúkrabilur, løgreglan og brandbilur vóru send á staðið, og øll ferðslan var tí leidd gjøgnum bygdina eina løtu.
Alt spældi væl av, sambært vakthavandi, og nú gongurferðslan sum vanligt aftur. Ein persónur er sendur á Landssjúkrahúsið til kanningar, men einki týðir uppá nakran persónsskaða.