- Ætlanin var at gera bátadráttnirnar lidnar í fjør, men tað eydnaðist kortini ikki, sigur Atli s. Justinussen, formaður í Vinnu- og Havnanevndini hjá Klaksvíkar Kommunu.
Í Klaksvík eru tvinnandir bátadráttir ein í sjálvum býnum og ein í Borðoyarvík.
Men kommuna varð tó noydd at gera ávísar broytingar í fíggjarætlanini. Tí varð í fyrstu syftu asfalt lagt á í Norðhavnini og Kósakeiini.
- Nú kunna báta eigara fegnast, tí Havna- og Vinnunevndin hevur sett pening av í ár til hesar báðar bátadráttir, upplýsir Atli S. Justinussen.