Faxe Kondi-kappingin, sunnudagur 26/01/2020
19.00 Stjørnan - Kyndil (KVINNUR)
19.00 Neistin - StÍF (MENN) - FM1 sigur beinleiðis frá dystinum (trýst)
Tveir avgerandi steypadystir verða leiktir í kvøld klokkan 19.00
Hjá kvinnum er dysturin eitt beinleiðis stríð um hálvfinaluna.
Vinnur Kyndil, koma Neistin og Kyndil víðari, meðan Stjørnan kann bjarga sær við sigri, og so vóna, at Neistin vinnur á Kyndli mikukvøldið. Ein møguleiki er eisini, at Stjørnan vinnur á Kyndli, sum síðani vinnur á Neistanum. Tá høvdu øll trý endað við tveimum stigum, og málúrtøkan verður avgerandi.
Neistin hevur ryggin ímóti múrinum hjá monnum
Flestu hálvfinalistarnir í ársins Faxe Kondi kapping eru um at verða komnir upp á pláss hjá monnum,
Hjá monnum legðist VÍF afturat H71 í gjár, tá ið tað eydnaðist at basa H71 2 19-15, í einum dysti, har VÍF skuldi stríðast meira enn væntað.
Kyndilsmenn og StÍF kunnu taka seinastu plássini í dag, men Neistin kann eisini spilla alt spælið hjá teimum.
Tað var av av sonnum ein góður gulur dagur í Vestmanna, tí frammanundan vunnu vestmannakvinur eisini 19-15 á H71 - fyrsti sigurin á H71 í ár burtur úr fýra royndum.
Sí eisini:
Vestmannakvinnur hava vunnið seg í Faxe Kondi hálvfinaluna (FM1)
Í dag kann StÍF vinna seinasta plássið í hálvfinalunum hjá monnum. Kravið er greitt. Ein sigur á Neistanum, og so kann StÍF hugsavnað seg um at vinna fremsta plássið í bólkinum frá Kyndli næsta leygardag.
Hjá Neistanum er kravið eisini púra greitt. Hjá ráðandi steypavinnarunum krevur tað fyrst og fremst ein sigur á StÍF í dag, og síðani ein sigur á Team Klaksvík á næsta sunnudag.
Um tað eydnast Neistanum at vinna á StÍF í dag, er sannlíkindi fyri, at trý kunnu enda á jøvnum. Tað hendur, um StÍF síðani vinnur á Kyndli næsta leygardag.
Tá verður málúrtøkan úr teimum dystunum ímillum tey trý liðini avgerandi.
Stigtalvurnar í Faxe Kondi-kappingini:
Tvey tey fremstu í hvørjum bólki spæla seg í hálvfinalurnar
KVINNUR, Bólkur 1
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | Neistin | 1 | 27 | 20 | 7 | 2 |
2 | Kyndil | 0 | 0 | 0 | 0 | 0 |
3 | Stjørnan | 1 | 20 | 27 | -7 | 0 |
4 | 0 | 0 | 0 | 0 | 0 |
KVINNUR, Bólkur 2
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | VÍF | 2 | 55 | 36 | 19 | 4 |
2 | H71 | 2 | 48 | 42 | 6 | 2 |
3 | StÍF | 2 | 56 | 61 | -5 | 2 |
4 | VB | 2 | 49 | 69 | -20 | 0 |
MENN, Bólkur 1
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | H71 | 2 | 63 | 45 | 18 | 4 |
2 | VÍF | 2 | 55 | 42 | 13 | 4 |
3 | KÍF | 2 | 51 | 64 | -13 | 0 |
4 | H71 2 | 2 | 36 | 54 | -18 | 0 |
MENN, Bólkur 2
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | Kyndil | 2 | 58 | 42 | 16 | 4 |
2 | StÍF | 1 | 31 | 22 | 9 | 2 |
3 | Neistin | 1 | 20 | 22 | -2 | 0 |
4 | Team Klaksvík | 2 | 44 | 57 | -23 | 0 |