Tveir av teimum bestu í Klaksvík til Havnar

Í annaðkvøld verður inniligur vísusangur í Reinsarínum í Havn

Í annaðkvøld, týskvøldið byrjar spælimansfestivalurin, Várfólk, við at tveir av teimum bestu, ið Klaksvík hevur uppfostrað, vísusangararnir, Hanus G. Johansen og Jógvan Andrias Joensen fara á pall í Reinsarínum í Havn.

 

Í nítiárunum var vanligt at hesir báðir framførdu saman, har Jógvan Andrias spældi ein part, Hanus ein part, og so spældu teir eisini saman ein part.


Hanus er ein av okkara navnframastu sangarum, sum hevur bergtikið áhoyrarar bæði heima og úti nú í eini 25 ár. Hansara ríki sangskattur telist millum teir sterkastu hjá einum føroyskum listamanni, og fleiri av hansara útgávum liggja ovarliga á listanum yvir bestu føroysku útgávur nakrantíð.

Jógvan Andrias hevur ikki verið líka nógv frammi er eisini ein inniligur vísusangari.

 

- Tað er serliga hansara lag, Ljós í myrkri, á útgávuni, Amnesty Tónar, ið fólk kenna hann fyri. Hetta lagið gjørdist ein landaplága, men Jógvan Andrias hevur eisini nógv onnur løg við sær. Hann stendur fyri ríka tónleikavirkseminum í Spaniastovu í Klaksvík, og tað er meira sum fyriskipari, at hann er kendur nú á døgum.

 

- Tí er henda konsertin eitt serliga forkunnugt høvi, at uppliva teir báðar saman aftur, siga fyrireikararnir

 

Samstarvið millum Hanus og Jógvan Andrias byrjaði upprunaliga á vísulinjuni áNorðurlendska háskúlanum í Kungalv, í 1987, og síðan hava teir javnan spælt saman bæði úti og heima.

 

Várfólk heldur fram mikukvøldið, tá spæla Holgar og Blacksheep og hóskvøldið spæla Lív & Tróndur, Spælimennirnir í Nólsoy og Yggdrasil.