Tveir av teimum bestu eru ikki á vøllinum

Jasper Van Der Heyden er ikki á listanum, og Jóannes Bjartalíð er á beinkinum

Klokkan 19 verður fyrsta bríksl á Dungasandi í Sørvági, har 07 Vestur í fyrru hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið hevur vitjan av KÍ.

 

Hjá KÍ er einki at síggja til Odmar Færø og Deni Pavlovic, og merkisvert er tað, at Jóannes Bjartalíð, sum fyri stuttum varð kosin at vera besti spælari í august, í kvøld er á beinkinum hjá KÍ.

 

Hjá 07 Vestur er einki at síggja til Jasper Van Der Heyden, sum hevur verið rættiliga eyðsýndur í framrættaðum plássi, og heldur einki er at síggja til Janus Svabo Samuelsen og Jóannis á Steig.

 

 

 

Løgmanssteypið

 

Fyrra hálvfinala

 

07 Vestur – KÍ kl. 19.00

 

Dómari: Rúni Gaardbo

 

07 Vestur: Ari í Haraldstovu Petersen – Mathias Voss, Eiler Fróðason, Daniel Obbekjær, Dánjal Pauli Lervig, Rasmus Knudsen – Høgni Egilstoft Nielsen, Ásbjørn Heðinsson, Martin Tausen, Ronni Møller-Iversen – Mads Borchers

 

KÍ: Mathias Rosenørn – Jóannes K. Danielsen, Børge Petersen, Heini Vatnsdal, Patrick da Silva – Árni Frederiksberg, René Shaki Joensen, Jákup B. Andreasen, Mads Bo Mikkelsen – Claes Philip Kronberg, Páll A. Klettskarð