Tveir av steypafinalistunum funnir

Tveir av steypafinalistunum í flogbólti blivu funnir sunnudagin, tá kvinnurnar hjá KÍF og menninir hjá Mjølnir vunnu FK-kappingina í Havn. Serliga kvinnufinalan gjørdist sera spennandi, og liðini máttu út í fimm sett, áðrenn vinnarin var funnin.

Steypakappingin í flogbólti er ikki skipað, sum nógvar aðrar steypakappingar. Her er ikki talan um bólkaspæl ella Cup-system, sum avgerð, hvørji lið koma í finaluna. Í flogbólti vera spældar tvær kappingar, ein í Havn og ein í Klaksvík, har vinnararnir hjá bestu deildunum í báðum kappingunum møtast í steypafinaluni, sum verður spæld í februar mánað.
Fyrsta av hesum kappingum, tann sokallaða FK-kappingin, var á skránni í vikuskiftinum. Her kappaðust eldru deildirnar í flogbólti sínámillum.
Serliga bestu liðini hjá hvørjum felag gera nógv av til hesa kapping, tí tey kunnu vinna sær sæti í steypafinluni. Í nógv ár hevur steypafinalan verið størsta einstaka hending innan flogbólt árliga, og tí hevur tað stóran týdning hjá feløgunum at fáa sítt besta lið í finaluna.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Fleyr og KÍF vunnu í 2. deild
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Í 2. deild vóru bara 4 lið við hjá kvinnunum, tí at okkurt lið hevði givið avboð. Tí var gjørt av at hava ein bólk, har øll liðini spældu ímóti øllum. Her gjørdist KÍF a vinnari, og størstu mótstøðuna fingu tær frá Fleyr, sum eisini gjørdist nummar tvey í hesi deildini. Í næsta umfari møttust KÍF a og Fleyr í einum dysti, sum skuldi vísa seg at gerast avgerandi. Her vann KÍF 2-1, og tá tær vunnu tryggar sigrar í hinum báðum dystunum, so gjørdust tær vinnarar av 2. deild við fullum stigatali.
Hjá monnunum vóru fimm lið við í kappingini, og her var eisini gjørt av, at øll liðini skuldu leika ímóti øllum. Her gjørdist Fleyr a vinnari, og teir vunnu allar sínar dystir. Áðrenn síðsta umfar lógu Fleyr a og ÍF a á odda, og júst hesi liðini møttust í síðsta umfari. Her gjørdist Fleyr drúgvari og vann 2-1. Sostatt vunnu teir allar sínar dystir og gjørdust vinnarar av 2. deild hjá monnum.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Fleyr var sterkast í 1. deild
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Í 1. deild gjørdi Fleyr bart. Liðið úr høvuðsstaðnum vann bæði hjá kvinnum og monnum, og sostatt hevði Fleyr vunnið heili tríggjar deildir leygardagin.
Hjá monnunum góvu fleiri lið avboð, og til síðst vóru bara tvey lið eftir. Tey vóru Fleyr og Mjølnir, og fyrireikararnir gjørdu av bert at leika ein dyst, har vinnarin samstundis gjørdist vinnari av FK-kappingini. Hetta gjørdist ein javnur dystur, har liðini byrjaðu við at vinna hvør sítt sett. So máttu liðini út í ein avgerandi javnbrótara, og her vann Fleyr. Sostatt endaði dysturin 2-1 til næstbesta liðið hjá Fleyr, og samstundis gjørdust teir vinnarar av FK-kappingini.
Hjá kvinnunum gjørdist kappingin heldur meir spennandi, tí her vóru fimm lið við í kappingini. Eisini her gjørdist Fleyr vinnari. Tær vunnu tryggar 2-0 sigrar í trimum teimum fyrstu dystunum, og so var bara Mjølnir eftir á skránni í einum avgerandi síðsta dysti. Her megnaðu kvinnurnar hjá Fleyr at draga longra stráðið og vunnu 2-1. Harvið høvdu tær vunnið allar sínar dystir, og so gjørdust tær vinnarar av 1. deild hjá kvinnum frammanfyri Mjølnir á øðrum plássi.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$KÍF í sína fyrstu steypafinalu
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Nógv vendir í dag upp, sum fyrr vendi niður. Hetta er meistaradeildin hjá kvinnum gott dømi um. Næstsíðsta kappingarár endaðu KÍF og SÍ á ávíkavist fimta og sætta plássi í besta kvinnudeildini, og SÍ mátti út í ein upp- og niðurflytingardyst ímóti Fleyr fyri at varðveita lívið í bestu deildini.
Nú er gongdin vend fullkomiliga á høvdið, og hetta var FK-kappingin í vikuskiftinum gott dømi um. KÍF var komið í bólk saman við meistarunum úr Drátti og SÍ. Í fyrsta dystinum vunnu tær 2-1 sigur á SÍ eftir ein javnan og spennandi dyst. Í næsta dystinum ímóti Drátti gekst meir strilti, men eftir at hava tapt fyrsta settið, vunnu kollfjarðakvinnur tvey tey næstu, og so vóru tær komnar víðari úr innleiðandi bólkinum saman við SÍ.
Í semifinaluni møttu tær TB. Aftur hesaferð máttu trý sett til, áðrenn dysturin var avgjørdur, og enn einaferð vann KÍF 2-1. Í hinari semifinaluni møttust SÍ og Mjølnir, og her vann SÍ sannførandi sigur.
Sostatt møttust KÍF og SÍ í finaluni í FK-kappingini, og hetta gjørdist ein sannur gysari. Byrjanin legði annars ikki upp til, at dysturin skuldi blíva serliga spennandi. Her vóru kvinnurnar úr Kollafirði snøgt sagt ov sterkar. Tær vunnu tvey tey fyrstu settini trygt 25-17 og 25-21. Men so vendi dysturin fullkomiliga. Í triðja og fjórða setti hólvaðu sørvágskvinnur KÍF av. Settúrslitini vóru 18-25, 13-25.
Nú var lagt upp til ein avgerandi javnbrótara í kvinnufinaluna, og her gjørdist KÍF tað sterkara liðið. Tær vunnu 15-10, og sostatt hava tær á fyrsta sinni nakrantíð leikt seg í steypafinaluna hjá kvinnum.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Mjølnir vann hjá monnunum                                                         
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Hjá monnunum gjørdist Mjølnir vinnari eftir eina spennandi kapping. Í innleiðandi bólkinum vóru teir komnir í bólk saman við SÍ og Fram, og teir fingu eina góða byrjan uppá kappingina. Í fyrsta dystinum vunnu teir 2-1 á SÍ, men í næsta dystinum gekst minni væl. Her blivu teir meir ella minni hólvaðir av ímóti Fram, og sostatt máttu menninir hjá Mjølnir taka til takkar við øðrum plássi í bólkinum.
Í semifinaluni møttu teir ÍF, sum vann hin bólkin, men nú var annað lag á klaksvíkingum. Teir vunnu tryggan 2-0 sigur á ÍF, og so bíðaði Fram aftur í finaluna.
Hesin dysturin byrjaði javnt, og í fyrsta settinum vann Mjølnir 26-24. Í øðrum setti vann Fram tryggan 25-19 sigur, og so var aftur púra javnt. Men so høvdu menninir hjá Mjølnir fingið nokk, og teir vunnu tvey tey síðstu settini 25-22 og 25-20. Harvið vunnu teir FK-kappingini, og vera teir tí eisini partur av steypafinaluni um miðjan februar mánað.
Næstu steypafinalistarnir vera funnir í Mjølnir-kapingini, sum verður í Klaksvík í januar mánað næsta ár, so tá hava øll hini liðini møguleika at leika seg í steypafinaluna ímóti antin KÍF ella Mjølnir.