Tveir altjóða hondbóltsdystir á FM1 leygardagin

H71-Naisa Nis byrjar klokkan 14, og Italia-Føroyar byrjar klokkan 19.30

Frásøgumaðurin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal, eisini kendur frá trok.fo fer at siga frá tveimum altjóða dystum á FM1 leygardagin.

 

Klokkan 14 verður talan um seinnu áttandapartsfinaluni í Evropa Cup, har H71-kvinnur taka móti Naisa Nis úr Serbia. H71 vann fyrra dystin 39-38, so lagt er upp til miklan spenning. Sendingin byrjar klokkan 13.45.

 

Klokkan 19.30 sigur Sjúrður frá HM-undanundankappingardystinum millum Italia og Føroyar, har Føroyar má sigast at vera tað undirtippaði liðið aftaná 26-31 tapið fyri Luksemborg. Báðir dystirnir vera spældir í høllini á Hálsi í Havn.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo - samrøður hoyrast á www.trok.fo