Tveir afturvaldir

Friðarligur aðalfunur hjá Havnar Arbeiðsmannafelag leygardagin

Tveir nevndarlimir stóðu fyri valið, tá Havnar Arbeiðsmannafelag hevði aðalfund leygardagin.

Bæði Hans Joensen og Jan Midjord vóru afturvaldir, og teir sita framhaldandi í nevnd saman við Karl Johansen, sum er formaður, Róland Næss Joensen og Eyðbirni Jacobsen.

Á aðalfundinum kunnaði nevndin um eina ætlan at broyta áramálstíðina, so tað framyvir ikki verður so skjótt at vinna sær rætt til fulla pensión.