Tveir 25-ára starvsdagar í Vági

Hátíðardámur var á kommunuskrivstovuni seinnapartin týsdagin, tí Tulla Kjærbo og Sigurbjørg í Trøðini høvdu 25 ára starvsdag hjá Vágs kommunu.

 

Tulla Kjærbo hevur í 25 ár verið í starvi í Vágs Skúla, meðan Sigurbjørg í Trøðini hevur verið í starvi á Heilsumiðstøðini í 25 ár.

 

Dennis Holm, borgarstjóri, ynskti Tullu og Sigurbjørg hjartaliga tillukku við starvdegnum, takkaði teimum báðum fyri trúgva tænastu og handaði teimum eisini blómutyssi og gávu frá Vágs kommunu.