Í tveimum kappingum er púra opið

Í FM kappingunum millum 5-mannaførini við dreingjum og gentum er framvegis púra opið, meðan tað í hinum kappingunum ber sera illa til at ímynda sær aðrar meistarar enn teir bátarnir, sum longu nú eru væl fremstir

Hóast fimm av teimum sjey FM kappróðrunum eru fingnir frá hondini, so er framvegis eingin FM vinnari kosin. Á pappírinum ber tað framvegis til í øllum fimm kappingunum at røkka tí bátinum, sum er fremstur í FM kappingini.
Men tað er bara á pappírinum. Í veruleikanum eru tríggjar kappingar so at siga avgjørdar, og gongdin í einari aðrari kapping hevur verið so mikið greið, at har fer mest sum at vera gjørt av undan Ólavsøkuni, hvør fer at vinna.
Bara í tveimum kappingum er framvegis púra opið. Tað eru kappingarnar millum 5-mannaførini við gentum og 5-mannaførini við dreingjum. Í hesum báðum kappingunum bendir alt á, at tað verður ikki fyrrenn síðsta skotið fyri vinnarabátunum á Ólavsøku verður latið av, at tað verður greitt, hvør fer at vinna FM.
Í gentukappingini er spenningurin størstur. Har hevur Blikur 26 stig, Sílið hevur 24 stig, og Drekin og Havfrúgvin hava 23 stig. Í dreingjakappingini hevur Sílið 31 stig, og Havfrúgvin, sum hevur 28 stig. So í hesum kappingunum fer serliga nógv at standa upp á spæl í Sandavági leygardagin og á Havnarvág Ólavsøkuaftan. Men tíbetur er tað soleiðis í kappróðrinum, at sjálvt um kappingarnar um FM eru avgjørdar, so er spenningur í hvørji kapping, og tað er altíð ein avbjóðing at vinna á meistarunum.

Næstan meistararnir
Gongurólvur hevur vunnið allar fimm kappingarnar millum 6-mannaførini við kvinnumanning, sum hava verið higartil. Ørvur hevur vunnið allar fimm kappingarnar millum 8-mannaførini, sum hava verið higartil. Í báðum kappingunum hava fleiri enn ein bátur roynt at verið næstfremstir.
Ørvur er tólv stig frammanfyri Argjabátin, og Gongurólvur er trettan stig frammanfyri Páll Fanga. Tilsaman fara tað í Sandavági og á Ólavsøku at vera fjúrtan stig at kappast um. Tað er hesin veruleikin, sum ber við sær, at tað uttan nakran sum helst iva kann sigast, at Ørvur og Gongurólvur fara at vinna FM. Men tað eigur sjálvandi at verða bíðað við lukkuynskjunum inntil eftir róðurin í Sandavági leygardagin.
6-mannaførini við kvinnum hava frammanundan hesum kappingarárinum kappast um FM í 20 ár. Gongurólvur hevur áður verið meistari fimm ferðir. Seinasta FM heitið vunnu tær í 1995. Nú Gongurólvur verður meistari fyri sættu ferð, fer báturin at røkka sama talinum í FM sigrum, sum tær umborð á Jarnbardi hava rokkið. Páll Fangi er nummar trý í tí kappingini. Tær hava vunnið fimm ferðir.
Ørvur verður leygardagin FM vinnari fyri fyrstu ferð síðani 1999. Tað hevur frammanundan verið kappast um FM eftir núverandi reglum í 30 ár. FM heitið í ár verður tað sjeynda hjá Ørvi. Stinnastur í hesi kappingini tey seinastu tredivu árini hevur Argjabáturin higartil verið. Argjamenn eiga sjey FM heiti í hesi kappingini, og Kvívíkingur, sum kappast við Argjabátin um silvurkrónurnar í ár, hevur vunnið seks ferðir.
Smyril úr Vági við monnum er í kappingini millum 6-mannafør við monnum tíggju stig undan Páll Fanga, og tí verður hann ivaleyst eisini meistari nú leygardagin. Talan verður um endurtøku av FM heitinum í fjør, tá ið Smyril fyri fyrstu ferð vann FM. 6-mannaførini hava kappast síðani 1975. Hvessingur hevur vunnið átta ferðir, Gongurólvur hevur vunnið fimm ferðir, og Kollfirðingur og Strálan hava vunnið fýra ferðir í part.

Er væl ávegis
Eysturoyingur er fimm stig frammanfyri Nólsoyingin. Og tað skal vilja heilt illa til, um tað ikki fer at eydnast teimum at vinna FM, og tað er ikki so lítið sannlíkt, at tað verður longu leygardagin. Tað eru bara fýra bátar við í kappingini millum 10-mannafør. Tað vil siga, at tann, ið kemur síðstur á mál, er nummar fýra og fær tískil trý stig.
Um Eysturoyingurin ikki skal vinna FM, so verður Nólsoyingurin FM vinnari, og Nólsoyingurin kann ikki sjálvur gera av, um hann skal vinna FM. Fyrsta treytin er, at Nólsoyingurin skal vinna bæði í Vágum og á Ólavsøku, og so skal onkur annar enn Eysturoyingurn vera nummar tvey í hvussu so er í aðrari kappingini.
Eysturoyingurin vann FM í fjør, meðan nólsoyingar mugu leita heilt aftur til 1989 fyri at finna síðsta FM heitið hjá teirra báti.