Útvega langtíðararbeiðsleysum arbeiði

Í dag fara umboð fyri stjórnina, kommunurnar, arbeiðsgevararnar og arbeiðstakararnar í Íslandi at skriva undir ein sáttmála, sum skal útvega teimum langtíðararbeiðsleysu arbeiði ella endurútbúgving.

Endamálið við skipanini er, at arbeiðsleys, sum hava verið so leingi í arbeiðsloysisskipanini, at tey missa rættin til stuðul haðani, skulu fáa tilboð um arbeiði ella endurútbúgving í 2013. Talan er um 3.700 fólk, og roknað verður við, at 60 prosent ella 2.200 fólk fara at taka av tilboðnum um arbeiði. Kommunurnar skulu útvega 660 arbeiðspláss, tað almenna 220 og arbeiðsmarknaðurin 1.320.

Knappliga helmingurin av teimum nýggju arbeiðsplássunum verða í Reykjavík.